Til 1/2 marathon gongufólk 2024
Til tín, sum skalt ganga 1/2 marathon í morgin. Sum nakað heilt serstakt verður 1/2 marathonteinurin friðsæli og náttúruvakri túrurin úr Kaldbak og til Havnar. Gongufólk verða koyrd við bussi til Kaldbaks áðrenn startskotið fer kl. 13. Bussarin koyra av Farstøðini kl. 12.15. Møtið í góðari tíð. Bussarnir seta gongufólkini av, har sum teinurin byrjar. Teinurin byrjar á 1/2 marathonmarkinum hjá 1/1 marathonrennarunum. Hetta er nakað áðrenn bygdina í Kaldbak. Fyrsti teinurin verður sostatt at ganga inn gjøgnum bygdina í Kaldbak og til vendipunktið. Tá vent verður, gongur leiðin til Havnar. Komin til ljóskurvarnar við Hvítanesvegin, gongur leiðin yvir við Strond, eftir Bursatanga, niðan á Vaglið og oman til málið í Vágsbotn. Tú sært teinin á hesum kortinum (/wp-content/uploads/2024/06/Toirshavn-Marathon-kort.pdf).

