Steen og Peder frá Team Tvilling renna Tórshavn Marathon
Steen og Peder Mondrup stovnarar av Team Tvilling koma til Føroyar at renna Tórshavn Marathon 2024. Steen og Peder – sum eru tvíburðar – tóku í 2013 stig til verkætlanina Team Tvilling, sum í stuttum gongur út uppá, at handiatletar og rennarar møtast hvønn sunnudag og renna saman. Team Tvilling syrgir fyri, at tað altíð er ein rennari til ein handiatlet, at ein rennistólur er til taks, og at handiatleturin situr væl tilrættis, áðrenn renningin byrjar. Bæði áðrenn og aftaná rennitúrin er møguleiki hjá handiatletum, avvarandi og rennarum at læra hvønn annan at kenna. Team Tvilling gevur handiatletum og rennarum møguleika at møtast á náturligan hátt, og at vera saman um ein felags aktivitet. “Felags fyri allar okkara handiatletar og rennarar er, at teir luttaka, tí at teir hava hug og fegin vilja vera partur av einum felagsskapi” , sigur Steen Mondrup frá Team Tvilling.

