Tórshavn Marathon

Tíðindi

Start- og máløkið

Start- og máløkið er í Vágsbotni. Tó byrja 1/2 marathon gongufólk í Kaldbak.

Start- og máløkið

Start- og máløkið er í Vágsbotni. Tó byrja 1/2 marathon gongufólk í Kaldbak. Tú sært kort yvir start- og máløkið, umframt ruturnar, her: Tórshavn Marathon faldari 2025 (/wp-content/uploads/2025/05/Torshavn-Marathon-faldari-2025.pdf)

Klædnagoymsla

Klædnagoymsla er í posthúskjallaranum. Hetta er á egna ábyrgd, vit mæla frá at pengar og aðrir virðislutir verða latnir inn í klædnagoymsluna.

Vesi

Vesi eru á máløkinum.

Komin á mál

Vatn og kakao o.a. verður at fáa á máløkinum. Øll, sum hava runnið eru vælkomin til ein bita í Reinsarínum eftir renningina. Hetta er stuðlað av Bakkafrost (https://www.bakkafrost.com/). Rennarar fáa eisini eina øl frá OY (https://www.oy.fo/) ella eina sodavatn og kaffi og okkurt søtt. Alt hetta er ókeypis.