30.05.2025
Sunnudagin 1. juni eru fleiri vegir stongdir millum klokkan 12.30 og 19.30 í sambandi við Tórshavn Marathon. Í yvirlitinum og á kortunum niðanfyri sært tú, nær vegirnir eru stongdir.
Gev gætur, at frá klokkan 13-18 eru eisini Eysturoyartunnilin og Kollafjarðartunnilin stongdir í sambandi við renningina. Bilar skulu í staðin koyra eftir Oyggjarvegnum.
Stongdir vegir 1. juni 2025
Kl. 12.30-19.30 eru hesir vegir stongdir:
Niels Finsens gøta stongd frá Sverrisgøtu oman á Vaglið
Mylnugøta stongd
Tinghúsvegur stongdur frá Bøkjarabrekku oman til Áarvegin
Bringnsagøta stongd frá Húsabrúgv oman til Áarvegin
Tórsgøta stongd frá Sverrisgøtu oman til Vágsbotn
Áarvegur stongdur
Kopargøta stongdur
Havnargøta stongd
Yviri við Strond stongdur
Eystari Ringvegur stongdur til rundkoyringina á Hálsi
Kl. 12.45 til 14.30 eru hesir vegir stongdir:
R.C. Effersøes gøta og Bøkjarabrekka bara einvegis ferðsla
Jónas Broncks gøta stongd
Bøkjarabrekka stongd frá Steinatúni niðan til R.C. Effersøes gøtu
Kl. 12.30 til 19.00 eru hesir vegir stongdir:
Hvítanesvegurin stongdur til rundkoyringina við Vegin Langa
Kl. 12.30 til 18.00 eru hesir vegir stongdir:
Landsvegurin stongdur frá rundkoyringini við Vegin Langa/Hvítanes til Eysturoyartunnilin
Kl. 13.00 til 19.00 eru hesir vegir stongdir:
Landsvegurin stongdur frá rundkoyringini við Eysturoyartunnilin til Kaldbaksbotn
Kl. 13 til 18 eru hesir vegir stongdir:
Eysturoyartunnilin stongdur
Landsvegurin stongdur frá Kaldbaksbotni til rundkoyringina Inni í Firði í Kollafirði
Kl. 14.00 til 17.00 eru hesir vegir stongdir:
Kaldbaksvegurin stongdur frá Kaldbaksbotni til Kaldbaks